Ukrainar á Krim fáa koyrilin

Ukrainar á Krim fáa koyrilin
Ukreinar, sum geva til kannar, at teir stuðla stjórnini í Kiev, verða álopnir.
 
09.03.2014 - 14:00

Ukrainar á Krim vórðu avbukaðir, tá teir á einum mótmælisfundi í Sevastopol góvu til kennar, at teir stuðlaðu stjórnini í Kiev. Russarar við koyrli í hond lupu á ukrainarnar og tað var ikki tespiligt at síggja, sigur ein tíðindamaður hjá BBC, ið var til staðar.

Russiskir hermenn og vápnaðir russar á Krim hava alla hálvoynna í sínum hondum, men amerikanska stjórnin hevur ávarað og sigur, at loysir Krim frá Ukraina læsir tað allar dyr fyri eini diplomatiskari loysn á ósemjuni.

Ólógligt at loysa

Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, heitti í gjár á russiska uttanríkisráðharran Serei Lavrov um at virka fyri, at støðan millum Ukreina og Russland ikki versnar. John Kerry gjørdi eisini greitt, at amerikanska stjórnin heldur fast um, at Krim er ein partur av Ukreina og ætlaða fólkaatkvøðan á Krim ikki broytir tað.

Tingið á Krim hevur samtykt at loysa frá Ukraina og hevur sent spurningin til fólkaatkvøðu, men USA og ES siga fólkaatkvøðuna vera ólógliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776