ES, Norra og Føroyar undirskriva fimm ára avtalu

ES, Norra og Føroyar undirskriva fimm ára avtalu
ES, Norra og Føroyar fara í kvøld at undirskriva eina makrelavtalu, sum er galdandi næstu fimm árini.
 
12.03.2014 - 17:46

Enn vilja føroyskir myndugleikar ikki vátta tíðindini, men danska Fiskimálaráðið váttar fyri Kringvarpinum, at avtalan verður undirskrivað klokkan 18.

Ísland er ikki partur av hesari makrelavtaluni. Sum skilst setur avtalan heldur ikki handilsforðingarnar, sum ES hevur sett føroyingum, úr gildi.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur verið á fundi við Uttanlandsnevndina í dag. Limir í uttanlandsnevndini fáast ikki at siga nakað um avtaluna, og landsstýrismaðurin og samráðingarleiðarin Herluf Sigvaldsson hava ikki verið at hitt í dag. Aðalstjórin í fiskimálaráðnum, Rógvi Reinert, vil heldur ikki vátta tíðindini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744