- Tíðindi, mentan og ítróttur
Er hetta horvna flogfarið ið nú er funnið?

Avstralski forsætiráðharrin, Tony Abbot, sigur, at tveir lutir eru funnir í syðra parti av indiska havinum, og teir kunnu vera vrakpetti av horvna flogfarinum. skrivar Reuters.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo:8080/greinar/2014/03/17/mh370-beindu-flogskipararnir-fyri-... Beindu flogskipararnir fyri flogfarinum?

Annar luturin er 24 metrar til longdar, upplýsir ein talsmaður fyri avstralsku myndugleikarnar. Forsætisráðharrin leggur dent á, at enn er ov tíðliga at siga nakað við vissu.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/greinar/2014/03/14/20-ara-gamal-kanska-loyst-gatuna-um-hor... ára gamal kanska loyst gátuna um horvið flogfar

Malaysiska flogfarið hvarv 8. mars, tá tað var á veg úr malaysiska høvuðsstaðnum Kuala Lumpur til kinesiska høvuðsstaðin, Beijing.

SÍ EISINI Flogfar horvið: Eingi tekin um lív

239 fólk vóru við flogfarinum. 25 lond hava leitað eftir flogfarinum í einum øki, sum er til víddar sum alt Avstralia.