Hava møguliga funnið vraklutir

Hava møguliga funnið vraklutir
Myndir frá kinesiskum fylgisveini vístu eitt vrakpetti sum var 30 metrar annan vegin og 22 metrar hin vegin
Skip og flogfør frá 26 londum eru við í leitingini eftir malaysiska flogfarinum
 
22.03.2014 - 11:57

Í Kina verða nýggjar fylgisveinamyndir kannaðar av tí, sum hildið verður kunnu vera vrakpetti av malaysiska flogfarinum, sum hvarv fyri tvemium vikum síðani. Tað segði malaysiski ferðslumálaráðharrin á tíðindafundi í Kuala Lumpur í morgun.

Myndirnar frá kinesiska fylgisveininum vístu eitt vrakpetti sum var 30 metrar annan vegin og 22 metrar hin vegin, segði malaysiski ferðslumálaráðharrin.

Skip og flogfør eru á veg á ta leiðina í suðurindiska havinum at vita um tey finna tað, sum kiniesiski fylgisveinurin hevur sæð.

Stórt øki at leita 

Men talan er um eitt stórt og fjarskotið leitingarøki, tí sjálvt um tað er avmarkað til positiónirnar innan tann fyri tann geiran, har hildið verður at flogfarið hevur flogið suðureftir, so er talan um eitt øki, ið er sum alt Vesturevropa til støddar, og flúgvast skal einar 2.000 kilometrar í ein útsynning úr Perth í Avstralia fyri at koma til tað.

Skip og flogfør frá 26 londum eru við í leitingini eftir malaysiska flogfarinum, sum var á veg úr Kuala Lumpur til Beijing men hvarv. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290