Álvarsligt arbeiðsóhapp í Havn

Álvarsligt arbeiðsóhapp í Havn
31 ára gamal maður fekk álvarsligan skaða, tá hann datt 7-8 metrar niður av tekju á vinnubygningi í Havn í morgun
Ein 31 ára gamal maður fekk í morgun álvarsligan skaða í einum arbeiðsóhappi, tá hann datt 7-8 metrar niður av eini tekju, hann arbeiddi uppi á hjá Noma-Tek í Havn (á myndini)
Mynd: kvf.fo  
 
28.03.2014 - 09:47

<p>Løgreglan fekk um 8-tíðina í morgun fráboðan um eitt arbeiðsóhapp í Havn. Menn vóru í fer við at umvæla tekjuna á bygninginium hjá Noma-Tek í Vesturbýnum í Havn.</p>

<p>Ein 31 ára gamal maður datt niður av tekjuni 7-8 metrar - niður á betonggólv. Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at maðurin hevur fingið álvarsligan skaða.</p>

<p>Arbeiðseftirlitið kannar nú, hví óhappið hendi. Løgreglan skal nú avhoyra fólk, ið vóru vitni til hendingina í morgun, tá maðurin datt av tekjuni.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974