900 nýggj sitipláss á Tórsvølli liðug í september

900 nýggj sitipláss á Tórsvølli liðug í september
Tað skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðuni
 
03.04.2014 - 15:45

Arbeiðið við útbyggingini av Tórsvølli líður væl. Nýggi FSF-bygningurin við suðurendan av Tórsvølli stendur eftir ætlan liðugur beint eftir summarfrítíðina

Føroyska A-landsliðið fer fyrst í september undir nýggju EM-undankappingina, við einum heimadysti móti Finnlandi. Hesin dystur verður 7. september, og tá er ætlanin, at suðurendin skal standa liðugur.

Tað merkir, at 900 nýggj sitipláss eru við suðurendan tá, og at hesi koma at verða undir taki sum tey fyrstu á Tórsvølli.

Næsta byggistig
Tá ið arbeiðið við nýggja bygninginum verður liðugt seint í summar, verður farið undir næsta byggistig. Tað fevnir um eystaru síðu av vøllinum, har tak skal leggjast yvir áskoðaraplássini, og har aðrir hentleikar væntandi eisini verða gjørdir.
Tórshavnar kommuna tók yvir Tórsvøll í 2008 og gjørdi norðara enda á Tórsvølli samstundis, sum fimleikabygningurin Fimi varð reistur har í 2010. Tórshavnar kommuna og FSF eru í felag um langtíðarætlanirnar við Tórsvølli. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053