Aftur ljóð frá horvna flogfarinum

Aftur ljóð frá horvna flogfarinum
Leitiøkið er nú avmarkað til 75.000 ferkilometrar
 
09.04.2014 - 10:40

Eitt avstralskt skip hevur aftur staðfest ljóð, sum kunnu stava frá horvna flogfarinum hjá Malaysia Airlines.

Leiðarin fyri leitingini, Angus Houston, heldur, at nú hava tey funnið økið, har flogfarið av ókendum orsøkum datt niður fyri einum mánaðum síðani.

Á tíðindafundi í Perth segði Angus Houston, at vónandi verður okkurt funnið á botni á leiðini, har leitað verður.

Leitiøkið er nú avmarkað til 75.000 ferkilometrar.

Serfrøðingar hava greinað ljóðini, sum nú eru staðfest, og teir halda, at tey stava frá svørtu kassunum í horvna flogfarinum.

Annað ljóðið hoyrdist í fimm minuttir, og hitt í sjey minuttir.

Nú eru 33 dagar farnir, síðani malaysiska flogfarið hvarv, tá tað var á veg úr Kuala Lumpur til Peking.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290