ST kallað saman í skundi í nátt

ST kallað saman í skundi í nátt
Støðan er spent í Ukraina, eftir umfatandi ófrið um vikuskiftið
 
14.04.2014 - 01:37

Russiska tíðindastovan RIA boðar frá, at fundurin verður í nátt, eftir umfatandi ófrið í Ukraina um vikuskiftið.


Sambært tíðindastovuni er tað russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sum hevur ynskt, at Trygdarráðið hjá ST varð kallað saman.


Avgerðin hjá Ukraina um at savna herðin í stríðnum móti fólkinum av russiskum uppruna, verður als ikki góðtikin. Hon er beinleiðis ein krígsavbjóðing, siga russisku myndugleikarnir.


-Tað er ábyrgdin hjá Vesturheiminum at forða fyri, at eitt borgarakríggj brestur á í Ukraina, verður sagt í fráboðanini hjá russisku tíðindastovuni Interfax.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572