Irakar útflyta metnógva olju

Irakar útflyta metnógva olju
Ongantíð fyrr hevur Irak selt so nógva olju sum nú, og landið verður eitt av størstu oljuútflytaralondunum í framtíðini
 
26.04.2014 - 13:00

Í februar seldi Irak 3,6 milliónir tunnur av olju um dagin, tað er meir enn metið frá 1979, sum var 3,5 milliónir tunnur.
Hevði oljusølan hjá Irak ikki verið so stór sum hon er, so hevði tørvurin ikki verið nøktaður, og prísurin helst verið væl hægri enn hann er, eru eygleiðarar samdir um.
Tað eru stóru oljufeløgini, BP, Shell, Exxon og Lukoil, sum virka í Irak. Statoil var við, men hevur gjørt av at selja sítt virksemi til russiska Lukoil.
90 prosent av inntøkunum hjá Irak koma frá oljuvinnuni, og hava stóran týdning fyri menningina av landinum.
Hóast búskaparvøksturin í landinum er 10 prosent um árið, so gongur spakuliga framá. Orsøkin er ein tung umsiting og korrupsjón.
Tá talan er um korrupsjón, er landið nummar 171 av teimum 177 londunum sum eru við á einum alheims lista.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262