Stillar upp móti forsetanum

Stillar upp móti forsetanum
Bashar al-Assad fær mótstøðu á forsetavalinum í Sýrilandi 3. juni
 
26.04.2014 - 13:26

Ein tinglimur í sýriska parlamentinum hevur boðað frá, at hann stillar upp ímóti sitandi forsetanum, Basher al-Assad á forsetavalinum sum verður 3. juni.
Talan er um tinglimin, Maher Abdel, sum bjóðar forsetanum av, upplýsir tjóðartingsformaðurin í landinum.
Assad forseti hevur boðað frá, at hann ætlar at stilla upp aftur, og tí er ætlanin at forsetaval verður fyri 17. juni, tá forsetaskeiðið er úti.
Stórur ivi er um, um tað ber til at hava forsetaval, sum støðan er í Sýria.
Har hevur borgarakríggj verið í meir enn tvey ár, og minst 150.000 fólk hava latið lív, umframt at miljónir eru flýdd heimanífrá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262