Alivinnan skal gjalda 4,5 prosent meira í skatti

Alivinnan skal gjalda 4,5 prosent meira í skatti
Løgtingið hevur samtykt upskotið um loyvisgjald á alivinnu
 
06.05.2014 - 13:56

Uppskotið snýr seg um, at alivinnan í staðin fyri galdandi loyvisskatt, sum er sjey prosent, skal rinda 4,5 prosent í eyka partafelagsskatti, og eitt tøkugjald. Tað er eitt hálvt prosent av marknaðarvirðinum á tí, ið verður tikið. Undir viðgerðini hevur Fíggjarnevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta. 

 Meirilutin, sum eru umboðini hjá samgonguni, mælti løgtinginum til at samtykkja tilmælið frá arbeiðsbólkinum, sum var grundarlagið undir lógaruppskotinum. Minnilutin, eru umboðini hjá andstøðuni, mælti frá at samtykkja uppskotið. 

Ójøvn skatting

Andstøðan heldur, at allar vinnur eiga at skattast eins, og tekur ikki undir við at áseta tað, sum minnilutin kallar ein ein serskatt, sum hækking av partafelagsskattinum í veruleikanum er, sambært minnilutanum. Tí mælti minnilutin frá at áleggja alivinnuni 4,5 prosent í eyka partafelagsskatti. Tøkugjaldinum tekur minnilutin undir við, tí hann heldur, at verandi aktørar hava ein framíhjárætt til firðirnar, ið er ogn hjá øllum fólkinum. Hesin framíhjárættur merkir eisini, at onnur ikki sleppa framat at ala laks, tara ella annað, sum áhugi skuldi verið fyri. 

22 atkvøður vóru fyri og 10 ímóti. Lógin skal hava eina viðgerð afturat.  


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659