Stór útskifting í almennum nevndum í Grønlandi

Stór útskifting í almennum nevndum í Grønlandi
Tað hevur loypt hvøkk á fleiri, at grønlendska landsstýrið hevur broytt nevndirnar í fleiri almennum feløgum
 
01.06.2014 - 14:26

Tað verður gjørt eftir eini lóg um javnari kynsbýti í nevndunum, so helvtin av nevndarlimunum skulu vera kvinnur. Tann lógin kom í gildi á nýggjárinum.
Grønlendingar tóku sum heild undir við lógini, men broytingarnar sum nú verða gjørdar, eru so stórar, at tað hevur loypt hvøkk á fólk.
M.a. føra grønlendsku miðlarnir fram, at fleiri av teimum sum eru vald í nevndirnar, ikki hava stórvegis royndir at sita í nevndum.
Ført verður fram, at búskaparligu viðurskiftini eiga at viga tyngri enn nevndarsessirnir.

Landsstýrið hevur m.a. skift helvtina av nevndini í KNI, fyrrverandi Kongliga Grønlandska handlinum út, og í nevndini í grønlendska reiðarínum, Royal Arctic Line, slapp bert ein nevndarlimur at halda fram.
Lise Lyck, sum er lektari við Copenhagen Business School, sigur gongdina vera óhepna, serliga nú Grønland ætlar at lata stór útlendsk feløg fáa fótafesti í Grønlandi.
Tað gongst heldur ikki serliga væl í grønlendska búskapinum, og tá so stórar broytingar verða gjørdar, kann tað gera ilt verri, sigur hon.
Aleqa Hammond, landsstýrisformaður verjir seg við, at tíðin er komin til at lata fleiri og nýggjari kreftir sleppa framat, fyri at vísa hvat tey duga.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262