LISA aðalfundurin góðtikið nýtt limafelag

LISA aðalfundurin góðtikið nýtt limafelag
Á aðalfundi hjá LISA síðst í farna mánaði varð umbønin hjá nýggja felagnum hjá filmsáhugaðum í Føroyum einmælt gingin á møti
Bárður í Baiansstovu hevur veri formaður í LISA
 
02.06.2014 - 16:07

Tað er ikki ofta,at nýggj feløg verða til, men seinnu árini eru tó nøkur, sum eisini eru komin við í LISA. Nýggjasta felagið, Føroysk Filmsfólk, er 11. limafelagið í LISA.

Á aðalfundinum hjá LISA 27.mai varð felagið Føroysk Filmsfólk góðtikið sum limur, á jøvnum føti við hini feløgini. Ymiskt er, hvussu nógvar limir ymsu feløgini hava, og hvussu væl limirnir eru skipaðir.

Tí er LISA eitt gott høvi hjá limafeløgunum at viðgera felags áhugamál, men eisini at fáa vegleiðing frá hinum.

Nenvdin afturvald á fundinum

Á aðalfundinum var eisini nevndarval á skránni. Bárður í Baiansstovu og Guðrið Poulsen stóðu fyri vali, og tey vórðu bæði vald aftur í nevndina.

Báðir tiltakslimirnir vóru eisini afturvaldir, Jóannes Andreasen fyri Bárð, og Ole Wich fyri Guðrið.

Enn hevur nevndin ikki skipað seg, men Bárður hevur seinasta skeiðið verið formaður. Triði nevndarlimurin er Marita Dalsgaard.

Eykaaðalfundur í heyst

Týdningarmikil evni hava verið frammi seinasta ári, og eru ikki liðugt avgreidd enn. Eitt er umskipanin av Mentannargrunni Landsins, og eisini hvussu játtaði peningurin til filmslist skal býtast.

Neyðugt er við eykaaðalfundi í heyst, har lógarreglurnar skulu dagførast. Millum annað mannagongdirnar, tá nevndir og ráð skulu mannast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595