Lars Løkke Rasmussen missir veljarar

Lars Løkke Rasmussen missir veljarar
Vinstri flokkurin er nú minni enn bæði Javnaðarflokkurin og Danski Fólkaflokkurin
 
09.06.2014 - 16:20

Danski Vinstri-flokkurin missir framvegis veljarar, og nú er flokkurin triðstørstur í Danmark, aftanfyri Javnaðarflokkin og Danska Fólkaflokkin.

Tað vísir ein nýggj kanning sum Voxmeter hevur gjørt.

Kanningin vísir eisini, at nú er borgarligi vongurin bert fimm fólkatingsumboð frammanfyri vinstravongin.

Eftir kanningini hevði Javnaðarflokkurin fingið 41 umboð, Danski Fólkaflokkurin 37 umboð, og Vinstri 35 umboð, um val var nú.

Danski Fólkaflokkurin hevur ongantíð fyrr staðið so sterkur í eini veljarakanning.

Tey fýra umboðini úr Føroyum og Grønlandi eru ikki tald við í kanningini. Verða tey tald við, so eru bert tvey fólkatinsumboð á muni ímillum bláa veingin og reyða veingin.

Fyri einum mánað síðani var Vinstri flokkurin nógv størsti flokkurin í donskum politikki. Og tá stóð blái vongurin til at fáa 97 umboð í fólkatingið, meðan reyði vongurin stóð til at fáa 78 umboð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. juli
Morgunlestur mánadagur 28. juli 2025
194898
Sunnudag 27. juli
RagnarRokk: Neal Morse um Deep Water
194167
Sunnudag 27. juli
Guðstænasta í Havnar kirkju
194985
Leygardag 26. juli
Súrligt summar: Kom! Tosa!
194981
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan
194992
Leygardag 26. juli
Tíðir og tankar
194978
Fríggjadag 25. juli
Veðrið
194969
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
»Havsins andadráttur«
39571