Ringasta mýggjabita-summarið nakrantíð í Føroyum

Ringasta mýggjabita-summarið nakrantíð í Føroyum
Hetta verður eitt hitt ringasta summarið við mýggjabitum, føroyingar nakrantíð hava upplivað, metir Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur
Ongantíð áður hava føroyingar verið so illa plágaðir av mýggjabitum, sum teir fara at verða í summar, metir Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur
Mynd: sxc.hu

14.06.2014 - 13:09

Fuglafrøðingurin í Nólsoy, Jens-Kjeld Jensen, er ikki í iva. Ongantíð áður hava føroyingar verið so illa plágaðir av mýggjabitum, sum teir fara at verða í summar, sigur hann við útvarpið.

Jens-Kjeld Jensen hevur seinnu árini hildið eitt vakið eyga við mýggjabitum í Føroyum. Tað, hann hevur eygleitt, fert tú eisini at merkja á egnan kropp í summar, tá tú ferðast í náttúruni.

Niðurstøðan hjá fuglafrøðinginum er heilt greið; gerið tykkum til reiðar til eitt summar við so nógvum mýggjabitum, sum tit ikki nakrantíð áður hava sæð, sigur fuglafrøðingurin.

Lýggjari veður høvuðsorsøkin

Orsøkin, til at føroyingar fara at verða illa plágaðir av mýggjabitum í summar, er veðurlagsbroytingar, sum eisini hava ávirkað nøringina hjá mýggjabitum í Føroyum tey seinnu árini.

- Der har ikke været så meget sne de seneste år, og om foråret har vi også haft mildt og vådt vejr på Færøerne. Det har været perfekte forhold for dem at yngle, sigur Jens-Kjeld Jensen.

Tey góðu tíðindini eru kortini, at júst tað eina slagið slagið av mýggjabitum, ið nørist væl í løtuni, ikki fer at bíta so illa sum teir, vit kenna best í Føroyum, sigur hann við útvarpið.

Hóast hansara eygleiðingar siga, at hetta verður eitt hitt ringasta summarið við mýggjabitum kring allar Føroyar, verður kortini ringast hjá fólki í Suðuroy, sigur Jens-Kjeld Jensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595