Víkingur og HB í finaluni

Víkingur og HB í finaluni
Víkingur og HB hava í kvøld spælt seg í finaluna um Løgmanssteypið
 
18.06.2014 - 20:48

Tað verða Víkingur og HB sum møtast í finaluni um Løgmanssteypið tann 30.august.

HB vann í kvøld 1-0 á B68 í Gundadali. Málið skeyt Rene S. Joensen, tá fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.

HB vann eisini fyrru hálvfinaluna 1-0, og tískil fara teir víðari við samanløgdum 2-0 sigri á B68.

Víkingur í finaluni triðja árið á rað

EB/Streymur vann 2-0 á Víkingi við Margáir í kvøld, men tað var ikki nokk, tí Víkingur vann fyrra dystin 4-1, og fara teir tí víðari við samanløgdum 4-3 sigri.

Málini hjá EB/Streymi skeyt Hans Pauli Samuelsen. Tað fyrra kom tá 5.minuttir vóru farnir, og tað seinna kom tá 66.minuttir vóru farnir.

Víkingur vann finaluna um Løgmanssteypið í bæði 2012 og 2013. Tá var mótstøðuliðið EB/Streymur. 

HB er í finaluni fyri fyrstu ferð síðan 2007. Tá tapti HB fyri EB/Streymi. Seinast HB vann steypakappingina var í 2004 (3-1 á NSÍ).

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763