Nokta limunum at mynstra við Asbjørn Senior

Nokta limunum at mynstra við Asbjørn Senior
Manningarfeløgini siga, at tey hava ongar sáttmálar um nótaskipið Asbjørn Senior
Asbjørn Senior leyp av í danska uppsjóvarflotanum og hevur ligið í Føroyum síðani fyrst í juni
 
22.07.2014 - 07:29

Manningarfeløgini nokta limum sínum at mynstra við nótaskipinum Asbjørn Senior, so leingi eingin sáttmáli er við manningarfeløgini um at flyta og fiska makrel og sild.

Í gjárkvøldið varð søkt eftir maskinmeistara og øðrum-meistara til Asbjørn Senior at byrja alt fyri eitt.

Nakrar tímar seinni kunngjørdu Maskinmeistarafelagið og hini bæði manningarfeløgini, at tey nokta limum sínum at fara við Asbjørn Senior.

Asbjørn Senior varr danskt nótaskip, sum kom til Føroya 2. juni. Skipið lá fyrst í Havn, men fór síðani til Kollafjarðar og hevur ligið har síðani.

Asbjørn Senior varð strikaður í donsku skipaskránni fríggjadagin, tí skipið er selt til Føroya. Men enn er tað ikki skrásett í Føroyum.

 

  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558