Flogfar horvið í Grønlandi

Flogfar horvið í Grønlandi
Leitað verður framvegis eftir einum flogfari, sum hósdagin var á veg úr Keflavík í Íslandi til Kulusuk í Grønlandi
Leitað verður nú eftir einum flogfari, sum hósdagin var á veg úr Keflavík í Íslandi til Kulusuk í Grønlandi
Mynd: Air Greenland  
 
15.09.2014 - 15:35

Flogskiparin var einsamallur í flogfarinum, sum ikki hevur radara, og tað hevði brennievni at flúgva í hálvan triðja tíma afturat, tá tað hvarv. Flogfarið skuldi eftir ætlan seta seg í Kulusuk seinnapartin hósdagin.

Tá leitingin byrjaði, varð hildið, at flogfarið var horvið nærindis Kulusuk, men leitingin er víðkað millum annað við einum jet-flogfari hjá danska flogvápninum. Ein Sikorsky-tyrla hjá Air Greenland hevur verið á flogi, og skip á leiðini eru eisini biðin um at leita.

Flogfarið hjá flogvápninum hevur verið í Danmark eftir betri radarútgerð. Men enn eru hvørki flogfar ella flogskipari funnin. Myndugleikarnir vilja ikki upplýsa, hvussu gamal flogskiparin er, ella hvaðani hann er. Leitingin eftir horvna flogfarinum heldur fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 39 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945