Óbrostin granat í Nólsoy kundi sprongt nógv hús

Óbrostin granat í Nólsoy kundi sprongt nógv hús
Í fleiri ár lá ein granat í kjallaranum í einum húsum í Nólsoy. Granatin var ikki brostin og kundi elvt til stóran skaða í bygdini
Granatin til høgru á myndini lá í kjallaranum í einum húsum í Nólsoy í nógv ár. Herfyri varð granatin flutt úr oynni, og er nú sprongd, so hon ikki kann elva til nakran skaða
Mynd: Samansett mynd KvF/Arktisk Kommando

22.09.2014 - 11:02

Í nógv hevði ein maður í Nólsoy eina granat liggjandi í kjallaranum í einum húsum í Nólsoy, uttan at maðurin tó visti av, at granatin í kjallaranum var ein óbrostin granat, ið kundi sprongt nógv hús í luftina.

Eisini familjan hjá manninum, ið nú eigur húsini í Nólsoy, hevði óbrostnu granatina liggjandi í kjallaranum í nógv ár. Tey vistu heldur ikki, at tað var ein óbrostin, vandamikil granat, tey høvdu í húsunum.

Maðurin, ið nú eigur húsini, veit ikki, hvussu granatin er komin í kjallaran í húsunum. Tey, sum búðu í húsinum frammanundan, vita heldur ikki, hvussu granatin er komin í húsið at liggja.

Granatin flutt við serflutningi

Fólk frá Arktisk Kommando komu á staðið, har tey hugdu at granatini. Tey mettu, at granatin var so mikið vandamikil, at granatin mátti flytast til Havnar við einum serligum báti til høvið.

Arktisk Kommando sigur, at talan helst var um eina 140 mm pansaragranat, ið stavar frá Øðrum heimsbardaga, og sum helst skuldi verið brúkt til stóru kanónirnar á Skansanum í Havn.

Granatin er nú sprongd, eftir at serfrøðingar í Danmark og Onglandi vórðu spurdir um granatina. Nú verður granatin latin Krígssavninum í Vágum, har hon endar sínar dagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979