Meira og minni í rentum hjá landskassanum í fjør

Meira og minni í rentum hjá landskassanum í fjør
Rentuútreiðslurnar vóru størri enn mett og inntøkurnar minni. Óvissan um Landsbankan ein orsøk, sambært Fíggjarmálaráðnum
Óvissan um Landsbankan, sum varð stongdur, ávirkaði renturnar hjá landskassanum skeiva vegin,
 
07.10.2014 - 07:46

Landskassin rindaði 15 mió. kr. meira í rentum í fjør enn játtað varð í fíggjarlógini. Og hann fekk 23 milliónir minni enn væntað í rentuinntøkum. 

Sambært fíggjarlógini fyri 2013 skuldi landskassin rinda 122 mió. kr. í rentum í fjør, men talið endaði á 137 milliónum sambært frágreiðing um frávik millum játtan og nýtslu í fíggjarárinum 2013, sum løgtingsgrannskoðararnir hava fingið frá Landsgrannskoðanini.

Sambært landsstýrismanninum í fíggjarmálum eru orsakirnar óvissan, tí Landsbankin varð niðurlagdur, og størri lántøka enn mett fyri at tryggja tøkt gjaldføri til seinni lánsendurfígging. 

Eisini minni inntøkur

Rentur av innistandandi vóru nógv minni enn væntað í fíggjarlógini. Í fíggjarlógini varð roknað við 54 milliónum, men úrslitið bleiv slakar 23 milliónir krónur minni.

Eisini her er óvissan um Landsbankan orsøkin, men Fíggjarmálaráðið metti eisini, at rentustigið fór at hækka í 2013 við samsvarandi kursbroyting, men tað hendi ikki. 

Hvør sína tulking 

Í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini sæst eisini, at ósemja er um eykajáttanir hjá Fíggjarmálaráðnum.

Sambært Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, er meginreglan tann, at biðið verður ikki um eykajáttan. 

Talan er í høvuðsheitum um játtanir, har sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heldur heimild er at hava inntøkur bygdar á metingar, sum skulu vera so neyvar og veruleikakendar sum gjørligt. 

Metingarnar verða grundaðar á søguliga gongd, kend viðurskifti og metingar um búskapargongdina og gongdina í vinnugreinum. 

Men Landsgrannskoðanin er ikki samd við landsstýrismannin. Landsgrannskoðanin dugur ikki at síggja, hvar heimild er fyri tulkingini hjá landsstýrismanninum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. mai
Morgunlestur týsdagur 13. mai 2025
191670
Týsdag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
191800
Mánadag 12. mai
Norðurljóð 12.mai 2025
191324
Mánadag 12. mai
NSÍ var leikliga betri, men KÍ vann
191761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. mai
Anna FD 564 - teknmálstulkað
191741
Sunnudag 11. mai
Møti úr Stranda missiónshúsi
191725
Sunnudag 11. mai
Andakt
191720
Leygardag 10. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191687