- Tíðindi, mentan og ítróttur
Strandarlond aftur at stríðast um uppsjóvarfiskin

Mánadagin byrjar stríðið aftur millum strandarlondini um uppsjóvarfiskin.
Mánadagin byrja samráðingarnar um svartkjaft og mikudagin seinnapartin er ætlanin at fara í holt við norðhavssildina.
Týsdagin 21.oktober fara londini at samráðast um makrelin.
Allar samráðingarnar vera í London.
Føroyar hava formansskapin í samráðingunum um svartkjaft og norðhavssild.
Semja millum frøðingar
Tvær nýggjar frágreiðingar, sum fiskifrøðingar og havlívfrøðingar hava gjørt, fara at liggja á samráðingarborðinum.
Onnur frágreiðingin er um norðhavssild og hin um svartkjaft.
Semja er millum frøðingar í øllum londunum um, at tølini í frágreiðingunum eru tey røttu tølini um tey bæði fiskasløgini.
Grundarlagið at býta heildarkvoturnar er ikki tað besta, tí fiskifrøðin mælir til at minka royndina eftir øllum trimum fiskasløgunum.
Sambært í, sum ICES sigur, verður føroyska makrelkvotan næsta ár 27 prosent minni enn í ár.
Tað hava Føroyar bundið seg til.
Minni kvotur
Ein útrokning, sum felagið Nótaskip gjørdi, eftir at ICES læt strandarlondunum tilmæli sítt um uppsjóvarfiskastovnarnar næsta ár, sigur, at makrelkvotan verður góð 40.000 tons minni næsta ár.
Sambært Nótaskipum hava ES, Noreg og Føroyar bundið seg til at lurta eftir ICES frá 2015 til 2018.
Sambært Nótaskipum kunnu vit eisini vænta, at kvotan av norðhavssild minkar 35 prosent.
Og ICES mælir til at svartkjaftakvotan í 2015 verður 840.000 tons, sum eru 30 prosent minni enn kvotan, sum londini samdust um fyri 2014.
Í gjár var Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum og ráðførdi seg um norðhavssildina í 2015 og árini eftir 2015.























