Høgni Hoydal nevndarlimur í Nordisk Kulturfond

Høgni Hoydal nevndarlimur í Nordisk Kulturfond
Høgni Hoydal er fastur limur, og Helgi Abrahamsen er varalimur
 
25.11.2014 - 15:15

Norðurlandaráðið hevur valt Høgna Hoydal at umboða Føroyar í nevndini fyri norðurlendska mentanargrunnin - Nordisk Kulturfond. 

Nordisk Kulturfond er ein av elstu stovnunum í norðurlendskum samstarvi, og hevur virkað síðani 1966. Grunnurin veitir árliga uml. 30 mió. krónur í stuðli til mentan, list, tiltøk, ferðir, verkætlanir og samstarv í Norðurlondum - innan allar mentanar- og listagreinar. 

Høgni Hoydal er valdur sum fastur limur í nevndini, og Helgi Abrahamsen er valdur sum varalimur. 

Martin Næs, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, hevur umboðað Føroyar í grunninum seinastu tvey árini

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744