Almannaverkið má gjalda fyri ALS-sparingar

Almannaverkið má gjalda fyri ALS-sparingar
Ein partur av pengunum, sum Arbeiðsloysisskipanin sparir, tá lógin um skipanina verður broytt á nýggjárinum, verður ein útreiðsla hjá landskassanum
 
29.11.2014 - 16:33

Almannaverkið hevur mett, at tað noyðist at rinda arbeiðsleysum 2,2 mió. kr. meira um árið í forsorgarhjálp, tá lógin um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing er broytt.

Og í broytingaruppskoti til uppskotið um fíggjarlóg fyri 2015, sum Fíggjarnevndin hevur fingið frá landsstýrinum, biður landsstýrið um at hækka játtanina til vanliga forsorg 2,4 mió. kr., tí nógvar broytingar skulu gerast í lógini um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, tí ALS skal spara pengar. 

Og lendið til ætlaða golfvøllin á Glyvursnesi er á veg í fíggjarlógina.

Sambært lógini um landsjørð skal festari hava endurgjald fyri missin av at lata nýtslurættin til jørð frá sær.

Sambært lógini skal kommunan rinda festaranum endurgjaldið, men Tórshavnar kommuna og landsstýrið eru vorðin samd um, at landið skal rinda ein part av endurgjaldinum fyri lendið til golfvøllin.

Men hetta verður bara gjørt í hesum serstaka føri við golfvøllinum, sigur landsstýrið.

Metingar hjá sýnsfólkum siga, at endurgjaldsupphæddin hjá landinum verður í fyrsta umfari slakar fýra mió. kr.

Játtanin til Ráðið fyri ferðslutrygd verður hækkað 200 tús kr., so hon verður tann sama sum í ár.

Og 600.000 krónur, sum Taks skuldi brúka til innbúgv í ár, verða fluttar til næsta ár, tí innbúgvið skal bjóðast út av nýggjum á Keypsportalinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115