Veiðigjøld eiga at koma í seinasta lagi í februar

Veiðigjøld eiga at koma í seinasta lagi í februar
Samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini halda tað vera óheppið at leggja fram lógaruppskot um avgjald, sum eftir ætlan bara skal galda fyribils
Bárður Nielsen er formaður í fíggjarnevndini
 
08.12.2014 - 07:49

Í seinasta lagi í februar eigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at koma við uppskoti í løgtingið um endaligu gjøldini fyri makrel og norðhavssild í 2015.

Tað siga samgongumenninir í Fíggjarnevndini.

Teir halda, at tað er óheppið at leggja fram lógaruppskot um avgjald, sum eftir ætlan bara skal galda fyribils. Meirilutin í Fíggjarnevndini heldur tað vera neyðugt, at vinnan fær fastar karmar at virka undir.

Sama gjald sum í ár

Uppskot er um sama veiðigjald og sama avreiðingargjald sum í ár. Men gjøldini fyri 2015 eru ikki ásett enn. Lógaruppskotið, sum nú er í tinginum, er tó neyðugt, tí tað er ein fylgilóg hjá fíggjarlógini.

Samgongumenninir í Fíggjarnevndini mæla landsstýrismanninum í fíggjarmálum til skjótast gjørligt og í seinasta lagi í februar at avgera, hvussu gjøldini vera næsta ár.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi taka ikki undir við uppskotinum um veiðigjald og avreiðingargjald og mæla tinginum frá at samtykkja tað. 

Talan er um tilvildarlig politiskt ásett gjøld á partar av vinnuni, siga flokkarnir, sum vilja hava eina nýskipan í fiskivinnuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179