Útflutningur í ár nakað minni enn í fjør

Útflutningur í ár nakað minni enn í fjør
Hagstovan upplýsir, at útflutningurin av fiskavørum fyrstu 10 mánaðirnar í ár var 309 túsund tons
 
17.12.2014 - 08:48

Útflutningur í ár hevur verið nakað minni enn í fjør.

Hagstovan upplýsir, at útflutningurin av fiskavørum fyrstu 10 mánaðirnar í ár var 309 túsund tons.

Tað eru 31 túsund tons minni, sammett við sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein minking upp á 9 prosent.

Virðið er kortini nakað tað sama. Føroyar útfluttu fyri 4.910 milliónir krónur í fiskavørum fyrstu 10 mánaðirnar í ár, tað eru 12 milliónir krónur meira enn í fjør.

Tað er uppsjóvarfiskiskapurin, sum er orsøkin til tað, sigur Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659