Fremmandur maður boðaði frá brennandi grýtu

Fremmandur maður boðaði frá brennandi grýtu
Hvørki fólk ella hús fingu stórvegis skaða
 
27.12.2014 - 10:12

Fleiri fólk í einum húsum í miðbýnum í Havn vórðu í morgun klokkan eitt kort til seks bjargað av einum fremmandum manni, sum var á veg til hús.

Maðurin, ið einki tilknýti hevði til húsini ella fólkini, sá royk í vindeygunum, og fór inn í húsini, har húsfólkini høvdu gloymt eina grýtu á komfýrinum. Maðurin fekk sløkt, varskógvað húsfólkið og  ringt eftir sløkkiliðnum. 

Sambært vakthavandi á løgreglustøðini, kundi illa verið statt, um ikki fremmandi maðurin varnaðist roykin og fór inn í húsini. 

Sambært vakthavandi hava hvørki húsfólk ella hús fingið stórvegis skaða. 

Annars hevur løgreglan fingið nógvar fráboðanir í  nátt. Tær flestu hava verið um full fólk.

Eitt harðskapsmál verður latið ákæruvaldinum. Tað snýr seg um tveir mans, sum fóru til hendurs á einum dansistaði í Havn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985