Indonesiska flogfarið enn ikki funnið

Indonesiska flogfarið enn ikki funnið
Leitingin eftir einum flogfari hjá indonesiska lágprís-flogfelagnum AirAsia Indonesia er fyribils steðgað fyri náttina
Mynd: Airbussurin hjá Atlantic Airways. Talan er ikki um eins flogfar  
 
28.12.2014 - 15:39

Tað var um midnáttarleitið, okkara tíð, at eitt flogfar hjá AirAisia Indonesia,  sum er dótturfelag hjá malaisiska felagnum AirAsia Malaysia, hvarv.

Flogfarið var á veg úr Indonesia til Singapore við 162 ferðafólkum. Leitað hevur verið eftir flogfarinum vestanfyri oynna Borneo, á knattstøðuni, har flogfarið seinast varð satt á radaranum.

Á heimasíðuni hjá flogfelagnum verður sagt, at flogfarið, sum er av slanum Airbus A320-200, fór frá altjóða lufthavnini Sura-baya í Indonesia.

Seinasta lívstekin skal vera eini boð frá flogskiparanum, ið ynskti at seta nýggja kós, fyri at sleppa undan illveðri á ferðini.

Singapore, Maleisia og Avstralia hava boðið sær til at hjálpa í leitinigini eftir flogfarinum. Vánaligt veður er á leiðini, har leitað hevur verið eftir flogfarinum.

Um viðrar, verður leiting uppafturtikin tá tað verður ljóst aftur, sigur Hadi Mustofa, embætismaður í indonesiska flutningsmálaráðnum, við AFP-tíðindastovuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044