Føroyar eru illa førar fyri at taka flóttafólk

Føroyar eru illa førar fyri at taka flóttafólk
Tað er boðskapurin í einum áliti frá 2011, sum vísir á stórar avbjóðingar tá tað snýr seg um at taka ímóti flóttafólk
Føroyar eru illa førar fyri at taka flóttafólk
Mynd: Savnsmynd  
 
02.01.2015 - 12:41

Føroyar eru illa førar fyri at taka flóttafólk hendanvegin, tí uppgávan er ov krevjandi.

Tað er boðskapurin í einum áliti frá 2011, sum vísir á stórar avbjóðingar tá tað snýr seg um at taka ímóti flóttafólki.


Løgmaður heldur, at vit skulu hjálpa útlendingum í neyð. Vit skulu nú hava kjak um okkara ábyrgd fyri flóttafólkum, og stendur tað til løgmann, skulu Føroyar taka ímóti nøkrum tíggjutals familjum, sum eru flóttafólk.

Men tað er ikki bara bara. Tí tað er ein sera krevjandi uppgáva at taka ímóti flóttafólkum.  Og haraftrat er tað eisini ivasamt, um Føroyar sum partur av Danmark kunnu yvirtaka flóttafólkaøkið.

Tað stendur í Integrasjónsálitinum, sum ein arbeiðsbólkur í 2011 lat Innlendismálaráðnum.

Í álitinum er ein serligur partur um júst flóttafólkaøkið í Føroyum.

Bólkurin sigur, at flóttafólkamál eru torgreidd. Tað sum er serligt við økinum er, at tað er fevnt av ymiskum altjóða sáttmálum, sum skulu haldast. Og hetta má politiska skipanin leggja uppfyri, um hon ætlar sær at yvirtaka flóttafólkaøkið.

Og haraftrat hava flóttafólk ein heilt serligan tørv, sum aðrir innflytarar ikki hava. Tey hava millum annað tørv á serligari sálarligari og kropsligari viðgerð.

Tey hava verið fyri sálarløstandi upplivingum - annars verða tey ikki viðurkend sum flóttafólk. Og ofta hava tey verið fyri skipaðari og áhaldandi píning. Haraftrat hava tey ofta í tilveruni sum flóttafólk fingið ymiskar sjúkur, sum ikki eru vanligar um okkara leiðir.

-Teimum tørvar tí viðgerð, oftast psykiatriska og sosialfakliga viðgerð, sum Føroyar í flestu førum ikki fara at megna at veita, tí neyðugu førleikarnir eru ikki í landinum, skrivar arbeiðsbólkurin í álitinum.

Ein annar trupulleiki, sum er tengdur at hesum, er at hava neyðugu tulkarnar. Viðgerðin sum flóttafólkini skulu hava, krevur aloftast, at flóttafólkini og tey sum viðgera, kunnu samskifta støðugt og neyvt. Hetta er ein ovurhonds trupulleiki, tí ongin skipað tulkatænasta er, sigur arbeiðsbólkurin.

-Tað gongur upp hjá ríkum vælskipaðum smátjóðum, sum t.d. danmark at veita nøktandi viðgerðir og tilboð, og hetta verður luftalsliga nógvar ferðir truplari hjá pinkutjóð sum Føroyum. Føroyar kunnu gera avtalur við viðgerandi serfrøðingar og tulkar uttanlands, sum koma regluliga til Føroya at geva hesar viðgerðirnar, men hetta verður dýrt, ávarar arbeiðsbólkurin.

Og so verða avbjóðingar í fólkaskúlanum. Myndugleikarnir kunnu kanska liva við, at børn hjá útlendingum ikki fáa móðurmálsundirvísing, men tað ber neyvan at sleppa undan hesari skylduni, tá tað snýr seg um flóttafólk. Og haraftrat hava fleiri av børnunum serligan tørv á undirvísing ella tilboðum í skúlanum, tí tey eru ávirkað sálarliga av skakandi upplivingunum tey hava verið fyri. Og sum er gongst illa at veita atferðartruplum ella børnum við serligum tørvi ta undirvísingina, tey hava brúk fyri, sigur arbeiðsbólkurin.

Og bólkurin nevnir eisini onnur viðurskifti so sum trupulleikar at útvega bústaðir, átrúnaðarligar forðingar, at málsviðgerðin av umsóknum um friðskjól er sera krevjandi og at tað er ivasamt, um Føroyar í verandi ríkisfelagsskapsstøðu hava skyldu ella heimildir at yvirtaka flóttaøkið.

Arbeiðsbólkurin sigur bart út, at tað verður ógjørligt hjá Føroyum at sita fyri flóttaøkinum á nøktandi hátt.

Les alt integratiónsálitið her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. mai
Skratsj tann 22. mai 2024
175432
Mikudag 22. mai
Morgunlestur mikudagur 22. mai 2024
175330
Mikudag 22. mai
LEITISSTEIN 21.05.2024 (Týr)
175393
Týsdag 21. mai
Samværi 036 - at útseta
175144
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066