Vilja helst hava stjórn tvørtur um miðjuna

Vilja helst hava stjórn tvørtur um miðjuna
Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale eru fegin um, at føroysku fólkatingsumboðini ikki eru tungan á vágskálini
Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale fingu dygga álitisváttan á fólkatingsvalinum í gjár.
 
25.03.2026 - 09:47

At hvørki blái ella reyði vongur fekk meiriluta á fólkatingi á valinum í gjár, hevur við sær, at tað mest sannlíkt verður gjørd ein roynd at skipa stjórn tvørtur um miðjuna, eins og gjørt var eftir seinasta fólkatingsval.

Og tað dámar báðum føroysku fólkatingsaumboðunum, Sjúrði Skaale og Onnu Falkenberg, sum bæði fingu dygga álitisváttan á valinum í gjár.

Tað gjørdu bæði greitt í sjónvarpsstovuni í gjárkvøldið. Anna Falkenberg segði:

 

25032026_Falkenberg

 

Sjúrður Skaale er samdur við Onnu Falkeberg: 

 

25032026_Skaale

 

Sjúrður Skaale fekk 10.823 atkvøður, og Anna Falkenberg fekk 5.304 atkvøður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541