Ferðaseðlaprísir kunnu hótta flogtrygdina

Ferðaseðlaprísir kunnu hótta flogtrygdina
Í framtíðini skulu flogferðaseðlar verða dýrari, so forðast kann fyri prískríggi, ið kann raka flogtrygdina, heldur ein talsmaður í Indonesia
Í framtíðini skal ein flogferðaseðil kosta í minsta lagi 40 prosent av dýrasta ferðaseðlaprísinum, so forðast kann fyri prískríggi, ið kann raka flogtrygdina, heldur ein talsmaður í Indonesia
Mynd: AP

07.01.2015 - 18:15

Lágprísflogfeløg í Indonesia skulu ikki hava loyvi at selja ferðaseðlar so bíliga, at teir at kalla verða latnir fyri einki. Tað upplýsir ein talsmaður fyri flutningsmálaráðið í Indonesia, sambært tíðindastovuni DPA.

Í framtíðini skal ein ferðaseðil kosta í minsta lagi 40 prosent av dýrasta ferðaseðlaprísinum. Tað skal forða fyri prískríggi millum flogfeløgini, sum kann raka flogtrygdina, verður sagt.

Boðini koma 10 dagar eftir, at eitt flogfar hjá lágprísflogfelagnum, Air Asia, datt niður í Java-havið, tá tað var á veg úr Indonesia til Singapore 28. desember. Enn er ikki staðfest endaliga, hví flogfarið datt niður, men einki bendir á, at vánalig trygd var atvoldin.

Svørtu kassarnir kanska funnir

Ein fyrrverandi stjóri fyri indonesisku loftferðslumyndugleikarnar sigur, at eingin munur er á mannagongdini í sambandi við trygd hjá lágprísflogfeløgum og øðrum flogfeløgum.

Í morgun, okkara tíð, kunngjørdu bjargingarmyndugleikarnir, at velið á flogfarinum er funnið umleið 30 kilometrar, haðani tað datt niður.

At velið er funnið, hevur stóran týdning, tí har eru svørtu kassarnir eisini, og teir kunnu loysa gátuna, hví flogfarið datt niður. Øll 162 fólkini, sum vóru við Air Asia-flogfarinum, doyðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039