Væl meira makrelur kundi verið fiskaður

Væl meira makrelur kundi verið fiskaður
Tað hevði borið til at fiska fimm ferðir meira makrel í fjør, tá fiskað vórðu stívliga ein millión tons av makreli, metir norskur fiskifrøðingur
Tað hevði borið til at fiska fimm ferðir meira makrel í fjør, tá fiskað vórðu stívliga ein millión tons av makreli, heldur norski fiskifrøðingurin, Jens Christian Holst
 
08.01.2015 - 09:30

<p>Í 2014 vórðu fiskað vórðu stívliga ein millión tons av makreli. Men stovnurnin hevði klárað fimm milliónir tons. Tað endurtekur norski fiskifrøðingurin, Jens Christian Holst, í samrøðu við blaðið hjá íslendskum bátaeigarum.</p>

<p>Jens Christian Holst sigur, at makrelstovnurin er stórliga undirmettur, og tann nógvi makrelurin hóttir annað lív í Norðuratlantshavinum. Jens Christian Holst arbeiddi í nógv ár hjá norsku fiskirannsóknarstovuni, men arbeiðir nú sum sjálvstøðugur fiskifrøðingur.</p>

<p>Hann vakti ans í 2013, tá hann segði, at makrelstovnurin er nógvar ferðir størri enn millum annað ICES vil vera við. Hann sigur, at vistfrøðin, millum annað onnur fiskasløg, tola ikki so nógvan uppsjóvarfisk. Serliga makrelstovnurin er alt ov stórur.</p>

<p>Jens Christian Holst mælir til at meta stovnarnar sum eina heild í staðin fyri hvønn stovnin sær. Hann finst at háttinum, sum nú verður brúktur, sum er at meta hvønn stovnin sær uttan fyrilit fyri umhvørvinum hjá fiskinum.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634