Noreg steðgar í tveir tímar

Noreg steðgar í tveir tímar
Seinnapartin steðgar Noreg í tveir tímar. Tey flestu fakfeløgini hava lýst aðalverkfall, som mótmæli móti broytingum í arbeiðsumhvørvislógini
Norska samfelagið steðgar upp í tveir tímar seinnapartin. Tey flestu fakfeløgini hava lýst aðalverkfall, tí tey mótmæla, at arbeiðsumhvørvislógin verður broytt
 
28.01.2015 - 14:32

Norska stjórnin ynskir at tað skal gerast lættari hjá arbeiðsgevarum at seta fólk í tíðaravmarkað størv. Verkfallið er lýst at vera frá klokkan 14 til 16. Samstundis vera stórar mótmælisgongur um alt Noreg.

Verkfallið rakar eisini norsku oljuframleiðsluna, tí millum annað eru allir 60.000 limirnir í Industri Energi tiknir út í verkfall. Christopher Birknes, skrivari í Industri Energi, sigur við Stavanger Aftenblad, at tey fara í verkfall fyri at mótmæla.

Tað verður gjørt, tí lógarbroytingin kemur at raka trygdarviðurskiftini á boripallunum. Av teimum 60.000 limunum í Industri energi, eru 15.000 umborð á boripallum.

Boripallar hjá millum annað BP, ConocoPhillips og Statoil verða raktir av verkfallinum. Birknes vísir á at hetta ikki er eitt verkfall sum er meint at raka arbeiðsgevaran, men politisku leiðsluna í Noregi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985