Grikska stjórnin: Eingin einskiljing fyribils

Grikska stjórnin: Eingin einskiljing fyribils
Samstundis hevur nýggja stjórnarsamgongan givið stjóranum fyri deildini, sum skipar fyri at einskilja almenn feløg, sekkin
 
01.02.2015 - 14:59

Grikska fíggjarmálaráðið sigur, at hetta er bert fyrsta stigið í nýggja einskiljingarpolitikkinum, sum stjórinin fer at fremja undir nýggja forsætisráðharranum, Alexis Tsipras.

Millum annað verða ætlaninar at selja almenna el-felagið, DEI, leasingverkætlanir av pørtum av havnunum í Pireus og Tessaloniki, og einskiljing av almenna tokfelagnum og oljureinsiverkum fyribils steðgaðar, eftir at Tsipras og flokkur hansara Syriza vunnu tjóðartingsvalið fyri viku síðani.

'Flokkurin hevur skipað stjórn saman við einum lítlum flokki á høgravongium.

Nýggjar spariætlanir

Flokkarnir báðir hava tó tað til felags, at teir vilja samráðast av nýggjum við ES um krøvini, sum ES, Evropiski Miðbanki /(ECB) og Altjóða gjaldoyragrunnurin, IMF, settu Grikkalandi í sambandi við stóru kreppulánini, sum tey hava givið Grikkalandi.

Stjórnin hevur eisini boðað frá, at hon fer at gjøgnumganga stóru spariskránna, sum undanfarnar stjórnir í landinum hava framt - eftir kravi frá teimum trimum lánsveitarunum, sum hava givið Grikkalandi 240 milliardir evrur í láni síðani 2010.

Einskiljing skal skapa arbeiðspláss

Nú verður eingin einskiljing framd, uttan so, at hon skapar nýggj arbeiðspláss og gevur búskaparligan vøkstur, sigur stjórnin.

Einskiljing er annars týdningarmikil partur av avtaluni millum Grikkaland og lánsveitararnar. Áhugin fyri at keypa almennar ognir hevur tó ikki verið stórur. Inntøkan av einskiljingum hava verið væl minni enn væntað.

Keldur í stjórini í Athen siga, at í løtuni ger stjórnin ætlan, sum skal minka almennu útreiðslurnar, og eina skrá fyri nýskipanum, sum allir partar skulu verða nøgdir við, skriva Ritzau og DPA-tíðindastovurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285