Annar motorurin á Teivanflogfarinum steðgaði

Annar motorurin á Teivanflogfarinum steðgaði
Tað verður staðfest í eini upptøku úr flogskipararúminum, stutt áðrenn flogfarið datt niður
Annar motorurin á flogfarinum steðgaði
Mynd: savnsmynd  
 
05.02.2015 - 10:09

At annar motorurin steðgaði varð helst orsøkin til, at eitt flogfar datt niður í Teivan í gjár. 

Teivansku myndugleikarnir siga, at teir hava ikki kunngjørt upptøkuna, sum tí helst stavar frá fólki, sum hava lurtað eftir radio-samskiftinum. 

Flogfarið, sum flogfelagið TransAsia átti, var á veg úr teivanska høvuðsstaðnum, Taipei, til oynna Kinmen. 

Brádliga misti flogfarið flogið, vongurin rakti ein hýruvogn, sum koyrdi eftir einari brúgv, og tað datt síðani niður í eina á í teivanska høvuðsstaðnum. 

58 fólk vóru við flogfarinum, tey flestu kinesarar. Í minsta lagi 23 fólk eru deyð, og 24 eru ikki komin afturíaftur.

Flogfarið var ikki ársgamalt, og tað hevði verið til trygdareftirlit seinast í januar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262