U-21 landsliðið í bólki saman við Týsklandi

U-21 landsliðið í bólki saman við Týsklandi
Lutakastið til EM-endaspælið fyri U-21 landslið hevur verið í dag. Føroyar komu í bólk saman við Týsklandi
Føroyska U-21 landsliðið fær javnan góð úrslit. Hendan myndin er frá dystinum móti Danmark í 2012, sum endaði við 1-1 javnleiki
 
05.02.2015 - 10:06

Føroyar komu aftur hesaferð í sama bólk sum Týskland. Tað er greitt, eftir at lutakastið hevur verið í Nyon í dag.

Hini londini í okkara bólki eru Russland, Eysturríki, Finnland og Aserbadjan.

Føroyar vóru í sama bólki sum Týskland í undanfarna undanspælið, og tá vóru Føroyar tætt við at fáa eitt sera gott úrslit.

Føroyar vóru á odda 2-1 á útivølli, men taptu 2-3.

Føroyar hava fyrr verið í bólki saman við Russlandi, og tey flestu munnu minnast 1-0 sigurin í Gundadali í 2009, sum kom við máli frá Jóani Símun Edmundsson.

Aserbadjan er eisini ein gamal kenningur hjá føroyska U-21 landsliðnum. Aserbadjan og Føroyar vóru í sama bólki í fyrstu undankappingini, sum Føroyar luttóku í.

Føroyar fingu stig í báðum dystunum, sum vórðu spældir í 2007 og 2008. Føroyar vunnu 1-0 á heimavølli, og útidysturin endaði við 2-2 javnleiki.

Føroyska U-21 landsliðið hevur ikki áður roynt seg móti Eysturríki og Finnlandi.

Føroyar eru í bólki 7:

Týskland

Russland

Eysturríki

Finnland

Aserbadjan

Føroyar

Leikskráin:
15-06-2015 Føroyar-Aserbadjan
08-09-2015 Finnland-Føroyar
13-10-2015 Føroyar-Týskland
12-11-2015 Russland-Føroyar

2016:
25-03-2016 Týskland-Føroyar
29-03-2016 Eysturríki-Føroyar
02-06-2016 Føroyar-Finnland
01-09-2016 Føroyar-Russland
06-09-2016 Aseradjan-Føroyar
07-10-2016 Føroyar-Eysturríki

 

Bólkur 1:

Kekkia

Belgia

Montenegro

Moldova

Letland

Malta

 

Bólkur 2:

Italia

Serbia

Slovenia

Írland

Litavia

Andorra

 

Bólkur 3:

Frakland

Ukreina

Skotland

Ísland

Makedonia

Norðurírland

 

Bólkur 4:

Portugal

Ísrael

Grikkaland

Ungarn

Albania

Liktenstein

 

Bólkur 5:

Danmark

Rumenia

Armenia

Wales

Bulgaria

Luksemburg

 

Bólkur 6:

Spania

Svøríki

Kroatia

Georgia

Estland

San Marino

 

Bólkur 8:

Holland

Slovakia

Turkaland

Hvítarussland

Kýpros

 

Bólkur 9:

Ongland

Sveis

Noreg

Bosnia og Hersigovina

Kasakstan

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 6. oktober
Bolero 6. oktober
181696
Leygardag 5. oktober
Plátupanelið #021 (Break Up-plátur)
181685
Leygardag 5. oktober
Jambalaja - 051024
181682
Leygardag 5. oktober
Upp á tá - 041024
181681
Leygardag 5. oktober
Vikan - 5. oktober 2024
181672
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181622
Fríggjadag 4. oktober
Veðrið
181647
Hósdag 3. oktober
Sært tú fuglin? II (1:2)
181586
Mikudag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181510
Týsdag 1. oktober
Veðrið
181488