Krabbameinssjúklingar viðgerast í Føroyum

Krabbameinssjúklingar viðgerast í Føroyum
Endamálið við nýggju skipanini um krabbameinsviðger er, at tryggja øllum føroyingum eina nútímans viðgerð á sama støði sum í grannalondum okkara
Johan Poulsen, urologur
Mynd: Savnsmynd  
 
10.02.2015 - 09:58

Johan Poulsen serlækni í urologi, er settur ábyrgdarhavari av nýggju tvey ára royndarskipanini.

Nú verður tikið stig til eina tvørgangandi skipan millum tey trý sjúkrahúsini, har allir sjúklingar í Føroyum við sjúku í landgøgnum – her undir krabbameinssjúku - verða ávístir til viðgerð umvegis ein ábyrgdarhavandi yvirlækna. Talan er um eina tvey ára royndarskipan. Hetta skrivar Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.

At skipanin er tvørgangandi merkir, at tað verður settur ein ábyrgdarhavandi yvirlækni í urologi, sum hevur til uppgávu at samskipa alt virksemið. Yvirlæknin hevur fakliga ábyrgd av sergreinini, ger avtalur við aðrar serlæknar og skal í samráð við avvarðandi partar staðseta virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum.

Somuleiðis ger ábyrgdarhavandi yvirlæknin tilmæli um hvørja viðgerðir kunnu gerast í Føroyum ella uttanlands. Ætlanin er so at samskipa fakligheitina, sum er á teimum trimum sjúkrahúsunum, so fakligheitin kann gagnnýtast á fragasta hátt. Tað merkir, at ein partur av skurðviðgerðunum verður á Suðuroyar sjúkrahúsi, sum hevur serlækna í urologi í føstum starvi, og so verður lagt upp til, at allar undankanningar av urologiskum sjúklingum verður á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Øll visitatión verður á Landssjúkrahúsinum, sum eisini tekur sær av teimum størru skurðviðgerðunum. Eisini verður urologiska ambulatoriið við serlækna á Landssjúkrahúsinum.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur tikið støðu til, at Jóhan Poulsen, serlækni í urologi, verður settur skjótast gjørligt at røkja uppgávuna sum ábyrgdarhavandi yvirlækni í royndartíðini. Jóhan Poulsen hevur breiðar og drúgvar royndir innan økið úr Danmark, Onglandi og Føroyum. Jóhan Poulsen hevur harumframt royndir sum visiterandi yvirlækni í Danmark.

Les alt tíðindaskrivið her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770