Vørur bíligari í Danmark

Vørur bíligari í Danmark
Fyri fyrstu ferð í 60 ár, lækka prísirnir á vanligum vørum í Danmark
Tað verður bíligari at keypa í Danmark
Mynd: Savnsmynd  
 
10.02.2015 - 14:49

Í januar í ár vóru prísirnir 0,1 prosentstig lægri enn í januar í fjør, og tað er fyrstu ferð síðani í 1954, at danir hava sonevnda deflatión, sum merkir at prísirnir lækka.

Tað er serliga lækkandi oljuprísurin sum er orsøk til gongdina, men tað er eisini bíligari hjá dønum at nýta telefonina og at keypa klæðir.

Serfrøðingar siga, at deflatón er ein vandagongd, tí tað kann fáa fólk við at bíða við at keypa ymiskt, tí tey vænta at prísurin lækkar meir, og tað kann hava við sær, at stígur kemur í.

Men í hesum førinum er deflatiónin ein gáva til til danska búskapin, sigur búskaparfrøðingurin í Nordea, Jan Størup Nielsen.

- So leingi sum deflatónin kemur av lægri orkuprísum og lægri avgjøldum, so hevur tað við sær, at húsarhaldini hava fleiri pengar at keypa fyri.

Búskaparfrøðingurin í Danske Bank, Las Olsen hevur kannað gongdina. Hann sigur, at lønargongdin seinastu árini hevur verið, at lønin er hækkað í miðal 1,5 prosentstig um árið, sum er tað lægsta síðani seinni heimsbardagi endaði. Men av tí at serliga oljan er lækkað nógv, so gevur tað fólki nógv fleiri pengar, enn tey vanliga hava havt til egna nýtslu.

- Tað hevur við sær, at ein vanlig barnafamilja í Danmark hevur 500 kr. meir um mánaðin til sín sjálvs, enn hon hevði fjør. Og lága rentan gevur fólki uppaftir fleiri pengar, so tað er gott fyri búskapin, sigur Las Olsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389