Norðmenn fara at ala styrju á landi

Norðmenn fara at ala styrju á landi
Tað er felagið, Polarfisk, sum nú hevur fingið seinastu góðkenningina, fyri at fara undir at ala styrju
Norðmenn fara at ala styrju á landi
Mynd: Savnsmynd  
 
22.02.2015 - 15:50

Anker Bergli, stjóri í fyritøkuni, sigur, líka síðai hann sá sera framkomna danska útgerð til aling av landi, hevur hann arbeitt við ætlanini, sum nú verður veruleiki.

Hann sigur, at ætlanin er at innflyta rogn úr russiskari, sibiriskari og sterlett styrju, og síðani at fara undir aling.

Ætlanin er at selja kaviar, og at selja styrjuna til matna.

Seinastu árini hevur ránsveiða verið eftir styrju, og tí er stovnurin næstan horvin. Tí verður tað ein fyrimunur at ala á landi, sigur Anker Bergli. Ætlanin er ar virkið skal selja millum 200 og 300 tons av fiski um árið, og upp í 10 tons av kaviari. Hildið verður, at prísurin á kaviari er millum 60 og 90.000 kr. fyri kg.

Polarfisk sigur donsku útgerðina vera sera framkomna, og hon er roynd í fleiri londum. Og tí fer felagið undir at ala styrju í Noreg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923