Professari: Novo Nordisk stýrir diabeteslæknum

Professari: Novo Nordisk stýrir diabeteslæknum
Allan Vaag, gransakari ávarar um, at insulin-risin, Novo Nordisk, ikki má sleppa at trýsta almennu heilsuraðfestingarnar sín veg
 
24.02.2015 - 10:24

- Hvussu kunnu vit sum serfrøðingar í diabetes vísa hávirðing og tilknýti til Novo Nordisk, og samstundis hóvliga upplýsa samfelagið um viðurskifti, sum kunnu stríða ímóti botnlinjuni í forrætningini Novo Nordisk?

Soleiðis spyr serlæknin og diabetesgranskarin í meira enn 25 ár, Allan Vaag, professari, í kronikk í Politiken, har hann hvassliga finst at danska risanum Novo Nordisk fyri at trýsta granskingina tann vegin, sum Novo Nordisk hevur áhugamál í, og diabeteslæknar fyri at liggja undir fyri áhugamálunum hjá Novo Nordisk.

Nógvur peningur í diabetes

Insulinframleiðsla og -søla til fólk við diabetes 2 er mest lønandi forrætningin í Danmark í hesum árum, sigur pofessarin, sum takkar Novo Nordisk fyri at hava verið við til at skapt grundalag fyri, at fólk við hesi sjúku hava góðar møguleikar fyri viðgerð. Men hann sigur, at diabetslæknar sum heild eru alt ov tætt knýttir at fíggjarligum seráhugamálum hjá risastóru fyritøkuni.

- Vit gráta, tá USA vendir tummilin niður viðvíkjandi nýggja insulininum hjá Novo, og vit smílast, tá USA góðkennir nýggja fiti-heilivágin. Hetja okkara er Lars Rebien Sørensen, stjóri í Novo Nordisk, og vit fegnast stórliga, tá hann sum ein onnur rokkstjørna sigur: "You ain´t seen nothing yet", skrivar atfinningarsami professarin og leggur afturat:

- Aðrar útsagnir sum "Eg óttist ikki fyri framtíðini hjá Novo Nordisk, men eg kann óttast Danmarkar framtíð", høvdu eisini stóra ávirkan á fyrrvernadi forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen.

Allan Vaag ávarar um, at Novo Nordisk ikki má sleppa at trýsta almennu heilsuraðfestingarnar sín veg, og hann leggur dent á, at hóast Novo Nordisk hevur gjørt mun, so hvíla gyltu patentini hjá fyritøkuni í stóran mun á tí vitan, íverksetan og óheftu granskingini, sum hevur verið í Danmark  eina heila øld ella meira.

Læknar svara aftur

Nú svara fleiri diabeteslæknar aftur og vísa atfinningunum frá sær.

- Vit eru ikki stýrdir av Novo Nordisk. Eitt av tí mest brúkta insulininum er Lantus (sum Sanofi, kappingarneytin, framleiðir). So Novo hevur jú ikki fingið danskar læknar at brúka sín heilivág, tí vísindini vísa ikki, at hann virkar betur, sigur Filip Krag Knop, yvirlækni og leiðari á Center for Diabetesforskning á Gentofte Hospitali, við Politiken, og heldur fram:

-  Hóast vit fáa sølulýsingar frá Novo og hava eitt gott granskingarsamstarv við fyritøkuna, so stýra tey also ikki, hvussu vit viðgera danskar diabetessjúklingar, sigur hann.

Kristine Stochholm, sum er næstforkvinna í Dansk Endokrinologisk Selskab, sigur somuleiðis við Politiken, at tey ikki kenna seg kroyst at meina ella siga nakað, tí ídnaðurin vil hava tað. Men hon viðurkennir, at tað altíð er ein trupulleiki, "tá granskiingarpengar eru bundnir til ein ídnað".

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410