Bílig amerikansk olja

Bílig amerikansk olja
Amerikonsku oljufeløgini vilja ógilda forboðið at selja olju á heimsmarknaðinum
Amerikanska oljan kostar umleið 10 dollarar minni fyri tunnuna, enn oljan, sum fæst um okkara leiðir
Mynd: Savnsmynd  
 
22.03.2015 - 10:04

Í USA er nógv olja á goymslu, sum ikki ber til at selja. Orsøkin er, at seinastu 40 árini hevur ikki verið loyvt at útflyta olju úr USA. Tí hava amerikansku oljufeløgini heitt á myndugleikarnar um at ógilda forboðið, so tey kunnu selja olju á heimsmarknaðinum.

Í USA er oljan bílig, eini 20 prosent lægri enn á heimsmarknaðinum, og ein tunna av olju í USA verður seld fyri góðar 43 dollarar fyri tunnuna, næstan 10 dollarar minni enn oljan úr Norðsjónum.

Í løtuni er støðan tann, at amerikansku oljufeløgini útvinna líka nógv av skiferolju, sum landið brúkar.
Tað er bíligari at fáa skiferoljuna til høldar, enn vanliga olju, og tí kunnu amerikansku oljufeløgini halda fram við sínum virksemi, hóast oljuprísurin er lækkaður munandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006