Løgreglan: Flóttafólk tveittu kristin fyri borð

Løgreglan: Flóttafólk tveittu kristin fyri borð
15 fólk eru handtikin í Italia, undir illgruna fyri at hava tveitt 12 flóttafólk fyri borð. Sum skilst kom til ilnar millum fólkini umborð
Flóttafólk koma til Palermo, eftir at tey vórðu bjargað mikudagin. Italska løgreglan heldur, nøkur flóttafólk umborð á hesum bátinum tveittu 12 kristin fyri borð, tá tað kom til ilnar
Mynd: AP  
 
17.04.2015 - 10:44

Í Italia hevur politiið handtikið 15 muslimsk flóttafólk, tí illgruni er um, at tey hava tveitt 12 flóttafólk fyri borð úr einum báti, sum tey flýddu við úr Libya til Italia.

Flóttafólkini, sum vórðu tveitt fyri borð, vóru øll kristin, og hildið verður, at tey øll hava latið lív, skriva BBC og CNN. Tilsamans 105 fólk vóru í bátinum, sum fór úr Libya týsdagin og setti kós móti Italia.

Sjónaváttar siga, at tað kom til ilnar millum fólk umborð, og at 12 kristin flóttafólk vórðu tveitt fyri borð. Mikudagin tók italska sjóverjan flóttafólkini á bátinum upp og flutti tey til Palermo í Sisilia, har tey 15 fólkini vórðu handtikin.

Greinin heldur fram niðanfyri

Tey handtiknu eru ættað av Fílabeinsstrondini, Senegal, Mali og Guinea, og tey eru skuldsett fyri morð sum hevur uppruna í átrúnaðarligum haturi, skrivar BBC.

Hvørt ár royna fleiri túsund flóttafólk úr Afrika at koma sær inn á evropeiska meginlandið í bátum og skipum. Hetta er ein sera vandafull ferð, tí higartil í ár eru 500 fólk deyð í royndini at sleppa yvirum.

Mett verður, at bara hesa vikuna eru 400 flóttafólk druknað í Miðjarðarhavinum, tá báturin, tey vóru í, holvdist.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203