YouTube er nýggja sjónvarpið

YouTube er nýggja sjónvarpið
Telduspøl á YouTube hava vunnið á sjónvarpinum
 
16.05.2015 - 13:35

Videobrot á YouTube, har tú sært fólk spæla telduspælið Minecraft, eru ógvuliga væl umtókt. So mikið væl, at heitið á telduspælinum er blivið næstmest brúkta leitiorðið á YouTube, skrivar BBC.

Serliga eru tað børn og ung úr øllum heiminum, sum sita í tímavís og fylgja við, hvussu aðrir Minecraft fjepparar spæla telduspælið. Tað sermerkta við hesum videobrotunum er, at fjeppararnir vísa ikki einans, hvussu teir spæla, men teir greiða eisini frá samstundis.

Foreldur øtast

Nógvu tímarnir á YouTube hava fingið fleiri foreldur at Minecraft fjepparum at øtast, tí telduspælið og videobrotini á Youtube fara við ov nógvari tíð.

Men foreldur eiga ikki at óttast, heldur Bec Oakley, ið hevur internetblogguna Minemum, sum hjálpir foreldrum, hvørs børn brúka nógva tíð upp á Minecraft.

- YouTube er fyri hesa generatiónina, sum sjónvarpið var fyri okkum. Tað er soleiðis, børnini í dag vilja verða undirhildin, læra og deila við onnur. Tá tey hyggja eftir videobrotunum, har onnur spæla Minecraft, fáa tey betri vitan um spælið, og sostatt kunnu tey deila sína vitan við onnur børn, sigur Bec Oakley við BBC.

Ávara um spælið

Sálarfrøðingar, ið hava granskað í spælinum, eru ikki eins bjartskygdir um Minecraft og videobrotini á YouTube. Í eini grein í Quartz Magazine blivu foreldur at Minecraft fjepparum ávarað um spælið.

- Hóast tað kann tykjast, sum børnini eru kreativ og læra nógv við sjálvi at spæla Minecraft og eisini síggja onnur spæla og greiða frá, so søgdu tey børnini, vit høvdu við í okkara granskingarverkætlan um Minecraft, at tey vóru snarsint og erkvisin, tá tey høvdu spælt spælið, siga sálarfrøðingarnir Jun Lee og Robert Pasin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Morgunlestur leygardagur 17.januar 2026
202446
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610