Ansa tær: Hesar eru nú eisini í Føroyum

Ansa tær: Hesar eru nú eisini í Føroyum
Blóðmottur, á donskum skovflåt, eru funnar í Føroyum. Fyribils er fráboðan komin um, at tvey børn í Føroyum eru bitin av smákyktinum
Blóðmotta, á donskum skovflåt, er nú eisini funnin í Føroyum. Óvist er, hvussu blóðmottan er komin til Føroyar
 
28.06.2015 - 16:53

Tær hava verið at sæð leingi í øðrum londum - skovflåt, sum tær eita á donskum, blóðmottur sambært orðabókini. Nú eru tær eisini funnar ymsastaðni í Føroyum.

Tríggir bretskir serfrøðingar vóru í síðstu viku í Føroyum og leitaðu eftir blóðmottum saman við føroyskum lívfrøðingum. Og teir funnu tað, teir leitaðu eftir.

- Vit funnu tvær livandi blóðmottur í einum øki í Føroyum, sigur Leivur Janus Hansen, lívfrøðingur, ið ferðaðist kring landið saman við bretsku serfrøðingunum.

Tvey børn bitin

Higartil er vist, at tvey børn í Føroyum longu eru bitin av blóðmottum, ið kunnu lamma nervalagið hjá fólki ella elva til meningitis, verða fólk bitin.

Tey bæði børnini, ið eru blivin bitin í Føroyum av blóðmottum seinastu 25 árini, búgva ikki á somu oyggj, sigur Leivur Janus Hansen, lívfrøðingur.

Sostatt er vissa eisini fingin fyri, at blóðmottur, ið bitu børnini, eru staðfestar livandi ymsastaðni í Føroyum, sigur lívfrøðingurin.

Tann fyrsta skrásett í 1990

Hetta er ikki fyrstu ferð, at blóðmotta er funnin í Føroyum, nú lívfrøðingar hava leitað eftir blóðmottuni ymsastaðni kring landið.

Greinin heldur fram niðanfyri

- Ein djóralækni fann eina (blóðmottu, red.) á einum hundi í Vestmanna í 1990, sigur Leivur Janus Hansen, lívfrøðingur, við kvf.fo

Hóast livandi blóðmotta varð funnin í seinastu viku, eru fleiri tilburðir eisini skrásettir í Føroyum seinastu 25 árini, har hundar eru bitnir.

Kannaðu 30 støð í Føroyum

Bretsku serfrøðingarnir, ið vóru í Føroyum í síðstu viku og leitaðu, ferðaðust kring alt landið saman við føroyskum lívfrøðingum.

Til samans vórðu 30 støð ymisk støð í Føroyum kannað. Í einum øki funnu lívfrøðingarnir eisini tað, teir allir leitaðu eftir - livandi blóðmottu.

- Nú má úrslitið av kanningunum greinast nærri áðrenn greiða kann fáast á, hvat skal gerast víðari, sigur Leivur Janus Hansen, lívfrøðingur.

Trívast í vátum lendi

Blóðmottur trívast serliga væl, har jørðin er vát, og har eisini sítt gras er. Tá so fólk ella hundar ganga í váta lendinum, kunnu tær seta seg á kroppin.

Tá blóðmotta er komin á kroppin hjá fólki, bítur hon seg fasta, har húðin er tunn, fyri síðani at súgva blóð. Tað er tá, at fólk kunnu gerast sjúk.

Blóðmotta ger seg inn á umleið 1.000 danir hvørt ár, verður mett. Myndugleikarnir skráseta umleið 150 tilburður um árið, har fólk gerast sjúk, tí tey eru bitin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. september
Upp á tá - 270924
181358
Leygardag 28. september
Jambalaja - 280924
181352
Leygardag 28. september
Vikan 28. september 2024
181343
Leygardag 28. september
Morgunlestur leygardagur 28. september 2024
180897
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. september
Veðrið
181326
Fríggjadag 27. september
Bass Elvis og Jesus á Mallorka
180593
Fríggjadag 27. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
181280
Týsdag 24. september
Veðrið - teknmálstulkað
181172
Týsdag 24. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
181171