Nýggjar reglur skulu beina fyri iva

Nýggjar reglur skulu beina fyri iva
Hvør skal verða nevndur minningardag teirra sjólátnu, 1. november? Eitt nýtt uppskot um reglur skal beina fyri iva
Fyri at beina fyri øllum iva um, hvør skal verða nevndur minningardag teirra sjólátnu, 1. november, er nú gjørt uppskot um reglur, sum greitt siga, hvør skal á listan
 
29.06.2015 - 08:37

Fyri at beina fyri øllum iva um, hvør skal verða nevndur minningardag teirra sjólátnu, 1. november, er nú gjørt uppskot um reglur, sum greitt siga, hvør skal á listan.

Fólk skulu vera skrásett hjá Landsfólkayvirlitinum at búgva í Føroyum, og tey skulu hava latið lív í sínum yrki á sjónum, av sjúku ella vanlukku. Og á sjónum merkir á skipi, í báti, á øðrum vinnustaði á sjónum, ella í sjónum.

Ein nevnd, sum varð sett eftir áheitan frá biskupi, hevur orðað treytirnar. Í nevndini vóru Anfinnur Garðalíð fyri manningarfeløgini og Reiðarafelagið, Edvard Bjarnason fyri Vørn, Bergur Berg fyri Mentamálaráðið og Løgmansskrivstovuna og Torleif Johannesen fyri fólkakirkjuna og Sjómansmissiónina.

Ivi stakk seg upp

Fyri 1. november í fjør stakk ivi seg upp um, hvør skuldi vera á listanum til minningarhaldið fyri tey sjólátnu. Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur, at skipanin var farin á glið, og tí var neyðugt at gera greiðar reglur um, hvør skal á listan.

Nevndin, sum síðani varð sett, var samd um, at neyðugt er at hava greiðar avmarkingar fyri, hvør kemur á listan, so ivamálini eru so fá, sum til ber.

Listin er galdandi fyri almenna minningarhaldið 1. november, har sum løgmaður og biskupur eru við. Einki forðar tó fyri, at minningarhaldini annars kring landið eisini kunnu umfata onnur enn tey, sum eru á almenna listanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343