- Vit hava skrivað stórsligna søgu

- Vit hava skrivað stórsligna søgu
Vit hava prógvað, at sjálvt undir mest truplu umstøðunum ber ikki til at leggja trýst á fólkaræðið, segði Tsipras eftir úrslitið á fólkaatkvøðuni
 
06.07.2015 - 09:05

Nógv fundarvirksemið er á skránni á ovastu rókunum í evropeiskum politikki eftir greiða úrslitið á grisku fólkaatkvøðuni í gjár.

Ein bólkur við embætisfólki úr Grikkalandi og lániveitarunum - sonevnda Brussels Work Group - fundast í dag. Og seinni í dag fer týski samveldiskanslarin Angela Merkel til Paris á fund við franska forsetan Francois Hollande at umrøða støðuna. Og í morgin eru stjórnarleiðararnir og fíggjarmálaráðharrarnir í teimum 19 londunum í evro-samstarvinum boðsendir á toppfund.

Sambært eygleiðarum stendur alt opið. Skuldin hjá Grikkalandi er 323 milliardir evrur, okkurt um 2400 milliardir krónur, og tað er 180 prosent av landsins bruttotjóðarúrtøku.

Grikkaland megnar ikki at gjalda skuldina aftur, og búskapurin er í skeljasori. Størstu lániveitarar eru Týskland, Frakland, Italia, Spania, Altjóða Gjaldoyragrunnurin IMF og Evropeiski Miðbankin.

Griski fíggjarmálaráðharrin, Yanis Varoufakis, boðar í morgun frá, at hann leggur frá sær í kjalarvørrinum av fólkaatkvøðuni í gjár, har grikkar søgdu dundrandi nei til krøvini, sum altjóða samfelagið setir landinum fyri at koma illa sperda, griska búskapinum til hjálpar.

Yanis Varoufakis hevur, saman við forsætisráðharranum Alexis Tsipras, staðið á odda fyri samráðingunum, ið griska stjórnin hevur havt við sínar lániveitarar síðstu mánaðirnar. Varoufakis boðar í morgun frá, at hann nú er óynsktur í teimum samráðingum, sum skulu fara fram millum Grikkaland og altjóða samfelagið.

Sambært nú fyrrverandi fíggjarmálaráðharranum settu onkrir av lániveitarunum eftir úrslitið í gjárkvøldi fram ynski um, at Varoufakis tók seg aftur. -Tað er mín skylda at hjálpa Alexis Tsipras í tann mun, sum eg kann, soleiðis at hann kann brúka stuðulin frá griska fólkinum konstruktivt, sigur Varoufakis.

Úrslitið av grisku fólkaatkvøðuni í gjár varð, at 61,3 prosent av grikkum siga nei, meðan einans 38,7 prosent siga ja. Harvið gjørdist úrslitið nógv meira greitt enn roknað varð við frammanundan. Valluttøkan á fólkaatkvøðuni í Grikkalandi í gjár var 62,5 prosent.

Eftir at atkvøðurnar vóru taldar upp í gjárkvøldi takkaði griski forsætisráðharrin Alexis Tsipras fólkinum fyri at stuðla áheitanini frá stjórnini um at atkvøða "nei". -Úrslitið av fólkaatkvøðuni er ein stórsigur. Vit hava skrivað eina stórsligna søgu inn í evropeisku søgubøkurnar. Vit hava prógvað, at sjálvt undir mest truplu umstøðunum ber ikki til at leggja trýst á fólkaræðið, segði Tsipras millum annað í síni røðu til griska fólkið í gjárkvøldi.

Griski forsætisráðharrin nýtti eisini høvið til at takka fólki kring alt Evropa, sum við mótmælisgongum á gøtunum í evropeisku stórbýunum hava víst Grikkalandi sín stuðul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. oktober
EB/Streymur kláraði frísak
181742
Mánadag 7. oktober
Morgunlestur mánadagur 7. oktober 2024
181713
Sunnudag 6. oktober
Møti: Útvarpsmøti úr Zarepta
181698
Sunnudag 6. oktober
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
181697
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. oktober
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
181711
Fríggjadag 4. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181622
Fríggjadag 4. oktober
Veðrið
181647
Hósdag 3. oktober
Sært tú fuglin? II (1:2)
181586
Mikudag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181510