- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vøkstur í skattainntøkunum í Vestmanna
Vøkstur í skattainntøkunum í Vestmanna
Vestmanna Kommuna fekk meira í kommunuskatti í juni 2015 enn sama mánaða í 2014. Tað stendur á heimasíðuni hjá kommununi

07.07.2015 - 08:19
Í juni 2015 komu góðar 3,3 milliónir inn í skatti, í mun til knappar 3.1 í juni í fjør. Tað er ein vøkstur á góðar tveyhundraðtúsund krónur, sum í prosentum svarar til ein vøkstur á góð sjey prosent.
Skatturin til Vestmanna Kommunu higartil í ár vísir eina hækking á 5,6 prosnt í mun til 2014. Tað er svarar til eina góða millión krónur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























