Nýggjar nærmyndir av Pluto

Nýggjar nærmyndir av Pluto
Í morgin fer amerikanska rúndarfarið New Horizons fram við Pluto og fer at taka myndir, sum ongantíð áður hava verið tiknar so nær gongustjørnini
 
13.07.2015 - 14:13

Rúmdarfarið er á veg longur út í rúmdina og hevur nógva ferð, tá tað fer framvið Pluto. Tí eru bert nakrir fáir tímar til taks at fáa nærmyndir av gongustjørnini.

Pluto er uttasta gongustjørnan í okkara sólskipan - fimm milliardir kilometrar frá jørðini. Radiosambandið við rúmdarfarið hevur fleiri tímar um at koma aftur og fram, og tí ber ikki til at stýra rúmdarfarinum neyvt av jørðini, men einans líta á, at telduskipanin umborð riggar.

Og higartil sær alt út til at virka, sum tað eigur, sigur Alice Bowman, verkætlanarleiðari.

Tá "New Horizons" verður næst gongustjørnini, er rúmdarfarið 12.500 kilometrar burturfrá, og myndir verða tiknar alla tíðina - ikki bert av Pluto, men eisini av teimum fimm mánunum kring gongustjørnuna.

Tað eru níggju og eitt hálvt ár síðani rúmdarfarið "New Horizons" var skotið upp við eini Saturn 5 rakett frá Cape Canaveral í Florida.

Fyrstu nærmyndirnar av Pluto verða væntandi almannakunngjørdar mikudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923