Grikkaland hevur samtykt lánstreytirnar frá ES

Grikkaland hevur samtykt lánstreytirnar frá ES
Eftir hvast og drúgt orðaskifti í grikska parlamentinum atkvøddu 229 fyri treytunum, 64 í móti og seks atkvøddu blankt
 
16.07.2015 - 06:33

Grikska stjórnin atkvøddi, eftir hvast orðaskifti í parlamentinum, fyri nýskipanunum, sum ES setti grikska forsætisráðharranum, Alexis Tsipras sum treyt, fyri at grikkar skulu fáa neyð-lán frá ES.

Grikkar fingu freist til á midnátt ígjárkvøldið at samtykkja tey 12 krøvini frá ES í parlamentinum. Men ikki fyrr enn beint eftir midnátt komu boðini úr grikska tjóðartinginum, - 229 atkvøddu fyri, 64 í móti og seks atkvøddu blankt.

Millum tey 64, sum atkvøddu ímóti er eitt nú fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin, Yanis Varoufakis, og sitandi forseti fyri tjóðartinginum, Zoi Konstan-topoulo.

Nýskipanir skulu haldast

Avtalan ber í sær, at Grikkaland skal samtykkja fýra nýskipanir, um avtalan skal haldast.

Nýskipanirnar snúgva seg í stuttum um leypandi eftirlit við griksku fíggjarstøðuni, umframt sparingar og skattainntøkur, sum skulu bjarga Grikkalandi úr kreppuni.

Eitt nú skal: 

      * meirvirðisgjaldið  hækka upp í 23 prosent,

      * avslátturin í meirvirðisgjaldinum uppá 30 prosent, sum griksku frítíðaroyggjarnar fáa, strikast 

      * partafelagsskatturin hækka úr 26 til 29 prosent.

      * marglætisskattur leggjast á stórar bilar, bátar og á pivatar svimjihylar

      * pensiónsaldurin setast upp í 67 ár hjá teimum, sum fara frá fyri aldur í 2022.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233