Au pair-skipanin er oyðiløgd og skal strikast

Au pair-skipanin er oyðiløgd og skal strikast
Tað sigur Marit Arnstad, framsøgukvinna í norska Senterflokkinum.
 
22.07.2015 - 09:03

- Um ríkar familjur í Noreg vilja hava húshjálp, skulu tær rinda tað, sum tað kostar. Au pair-skipanin hevur broytt seg til skipan, har tú fært bíliga arbeiðsmegi til Noregs. Og tí haldi eg at hon skal strikast, sigur Marit Arnstad.

Tá Stórtingið verður sett aftur í heyst fer Senter-flokkurin at leggja fram uppskot um forboð móti skipanini.

Marit Arnstad vónar, at fleiri flokkar at taka undir við uppskotinum, og sigur, at í hvussu er er neyðugt við orðaskifti um skipanina.

Leiðarin fyri norska Landsfelag Fakfelaganna, Gerd Kristiansen, mælti fyri mánað síðani stjórnini at seta forboð fyri skipanini.

- Tað er týðuligt, at alt ov nógv av teimum, sum hava au pair í Noreg, í veruleikanum vilja hava bíliga arbeiðsmegi at hjálpa til í húsinum, og tað ber ikki til. Tað hevur ongantíð verið meingini, sigur Gerd Kristiansen.

Blaðið, VG.no, hevur viðgjørt au pair-skipanina, og tá kom fram, at au-pair'ar fáa langar listar yvir, hvat tey skulu gera. 

Millum krøvini er:
- at au pairin skal vaska vesi við hond so langt niður sum tey yvirhøvur kunnu koma
- at húsini skulu altíð vera rein og ruddilig
- vaskimaskinan skal tømast í somu løtu, sum hon er liðug at vaska
- au pairin skal taka hundalortar upp úr grasvøllinum
- og bikarljós skulu verða tendrað, áðrenn au-pair'in gevur boð um, at nú er døgurðin klárur.

Í fleiri førum er talan um so truplar uppgávur, at tær ikki kunnu loysast innanfyri loyvdu arbeiðstíð, sum er 30 tímar.

Í einum føri, sum VG hevur fingið innlit í, fór verts-familjan víða, og segði við au pairina, at eftir røttum átti hon at arbeiða í mesta lagi 30 tímar um vikuna, men tú talar ikki um tað, skrivar vg.no.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. desember
Vikuskiftið 27 des 2024
185619
Fríggjadag 27. desember
Morgunlestur fríggjadagur 27. desember 2024
185002
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jól við Løkin 2024 (2:2)
185563