Her kemur eldur í flogfar áðrenn fráferð

Her kemur eldur í flogfar áðrenn fráferð
Sjey fólk fingu smærri skaðar, tá eldur kom í eitt flogfar hjá British Airways, júst sum flogfarið skuldi fara úr eini floghavn í Las Vegas
172 fólk vóru umborð á einum flogfari hjá British Airways, tá eldur kom í flogfarið júst sum tað skuldi fara úr Las Vegas
Mynd: AP  
 
09.09.2015 - 08:57

Flogfarið hjá British Airways var á veg til Gatwick í Onglandi, tá eldur kom í flogfarið beint áðrenn tað skuldi fara úr McCarran International Airport í Las Vegas.

Umborð á flogfarinum vóru 159 ferðafólk, umframt flogmanningin, ið taldi 13 fólk. Sjey fólk vórðu innløgd við smærri skaðum eftir at eldur kom í flogfarið týsdagin.

Greinin heldur fram niðanfyri

Ferðafólk vórðu sædd rennandi burtur frá flogfarinum við handviðføri tá eldur kom í flogfarið í myndum og sjónbandaupptøkum á netinum.

Enn er ikki greitt, hví eldur kom í flogfarið hjá British Airways, júst sum flogfarið skuldi fara á flog. Eldsbrunin byrjaði í einum motori í vinstru síðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375